Rednex spæla tvær konsertir í kvøld

Svenski bólkurin Red Nex fær úr at gera í kvøld, Fyrst spælir bólkurin í Fuglafirði, áðrenn leiðin gongur til Havnar, har tey fara á pall við sínum dance/country í Rex.

Fyrra konsertin verður á fríggjakvøldið á midnátt í Mentanarhúsinum. Síðani verður farið til Havnar at spæla konsert í Rex. Tann konsertin verður beint áðrenn kl. 3 um náttina. Tað skilst á fyrireikaranum Rúna Djurhuus, at nýinnkeypta Hummer limosinan verður tikin í nýtslu til at fáa bólkin úr Fuglafirði til Havnar.

Svenski kult-bólkurin hevði sítt altjóða gjøgnumbrot miðskeiðis í 90-árunum við sínum serliga dance-country-ljóði. Umframt ?Cotton Eye Joe? frá 1994 hittaði bólkurin við løgunum ?Old Pop In An Oak? og ?Wish You Were Here?.

Síðani altjóða gjøgnumbrotið hava Red Nex spælt nógv ymsastaðni í heiminum, tó uttan at bólkurin hevur megnað, at sloppið framat hittlistunum aftur. Fríggjakvøldið verður so fyrstu ferð, at Red Nex spæla í Føroyum.