Orkudrykkurin Red Bull økir um konsentratións evnini hjá bilførarum, minkar um møðina og økir um evnini at stýra beint og at halda eina javna ferð. Tað er niðurstøðan, sum týskir granskarar eru komnir til.
Fleiri fólk hava verið við í eini roynd hjá týskum granskarum at staðfesta, um munur er á koyrievnunum hjá fólkum, sum hava drukkið Red Bull og ikki.
Staðfest varð, at fólkini vóru minni troytt og meira fokusera í tveir tímar eftir tey høvdu drukkið Red Bull.
Granskararnir staðfesta, at allir drykkir, sum innihalda somu evni sum Red Bull ? eitt nú koffein og taurin ? eiga at økja um førleikan hjá bilførarnum.
( Reuters )