Annað kvøldið á rað fær Rebekka Fuglø heiðursmerki um hálsini úti á breytini fyri frælsan ítrótt á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Rebekka Fuglø vann í kvøld bronsu á teininum 5.000 metrar. Tíðin hjá Rebekku Fuglø var 18:30.97.
Sarah Mercier av Guernsey vann við tíðini 17:16.81. Marina Olives av Minorka gjørdist nummar tvey við tíðini 17:21.75.
Ígjár vann Rebekka Fuglø silvur á teininum 1.500 metrar renning á rennibreytini á oyggjaleikunum í Gibraltar. Tíðin hjá Rebekku var 4:37.45.