Keldan, Skálafjørður: Í kvøld hevur kenda songkvinnan konsert í ungarska høvuðsstaðnum Budapest.
Síðani verður leiðin løgd móti samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði, her konsert verður mikukvøldið kl. 20.
Henda konsertin er partur av eini Europa-turne, har hon altso hevur lagt leiðina til Føroyar eisini.
Fyri hana verður hetta ein serstøk uppliving, tí tað er ikki á hvørjum degi at hon leggur leiðina til slík fjarlagin støð sum okkara. Henni dámar hinvegin væl at hava konsertir á støðum, har stórar konsertir vanliga ikki verða fyriskipaðar.
Mongu útlendsku viðhaldsfólk hennara vita helst ikki hvar Føroyar liggja. Tí hevur hon gjørt ein link á heimasíðu sínari til eina føroyska heimasíðu, har fólk kann fáa alt at vita um vakra land okkara.
Henda vakurleikan fer Rebecca helst eisini at uppliva, tá hon kemur higar í morgin.
Í kvøld verður møguleiki at lurta eftir eini samrøðu við Rebeccu á Rás2. Kl. 22 fer Heini Lützen nevniliga at skifta orð við hana í andaligu tónleikasending síni við heitinumHalleluja.