Realskúlin verður heilsuhús

Almenn móttøka verður hósdagin klokkan trý, tá Tórshavnar kommunu bjóðar til móttøku í samband við, at nýggja Heilsuhúsið í kommununi letur upp.


Heilsuhúsið er ein liður í arbeiðinum, ið Tórshavnar kommuna fór í holt við, tá kommunan yvirtók eldraøkið frá landinum.


Í tíðindaskrivi til miðlarnar skrivar kommunan, at nýggja húsið er snúningsdepilin fyri allar tænastur og tilboð hjá kommununi á eldraøkinum.


- Heilsuhúsið er tvørfakligi snúningsdepilin fyri øllum tænastum og tilboðum á eldraøkinum, og er eisini inngongdin hjá borgarunum til hesar tænastur og tilboð, eins og til ráðgeving og vegleiðing annars. Heilsuhúsið heldur til í gamla realskúlanum mitt í býnum, sum hevur góðar atkomumøguleikar, bæði frá Tórsgøtu og Tróndargøtu, skrivar kommunan og leggur aftrat.


- Heilsuhúsið hevur serligt fokus á heilsustimbrandi og fyribyrgjandi partin av tænastunum og tilboðunum, eitt nú rehabilitering, tilhald, demenstilboð og røktarfakligu heimavitjanirnar.


Umleið 20 starvsfólk eru knýtt at sjálvum Heilsuhúsinum, ið harumframt eisini skal húsa heimatænastuni í kommununi og yvirskipaðu leiðsluni á eldraøkinum. Sostatt verða tað umleið 65 fólk, ið fara at hava sína dagligu gongd í nýggja húsinum.