Realskúlagentur í svimjihylinum

Her er ein av myndunum frá realskúlaframsýningini, sum Jórunn Dánialsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Myndin her er av gentum í einum realskúlaflokki, sum sita á eini vippu í Svimjihylinum í Gundadali skúlaárið 1960-61.

Tær eru f.v.: Torgerð Skaale (Hentze), Lilian B. Nielsen, Bjørg Rein, Ása Joensen, Annelot Hentze (Rasmussen) og Súsanna Thomsen (Dam)


Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024.


Myndaeigari: Tórgerð Hentze