Í kvøld skulu teir báðir seinnu hálvfinalistarnir í Champions League finnast. Real Madrid er so gott sum í hálvfinaluni eftir at hava vunnið 3-0 í Kypros móti APOEL. Chelsea vann somuleiðis í fyrra dystinum a útivølli, men bara við tí eina málinum.
Tað skal ganga nógv gali um Real Madrid ikki kemur í aðru hálvfinaluna. APOEL úr Kypros hevur tikið allan fótboltsheimin á bóli í ár, men ævintýrið steðgar helst her. Í fyrra dystinum í Nicosia var Real Madrid greitt omaná og í seinna hálvleiki skoraði spanska oddaliðið eisini tríggjar ferðir.
Spanska stórfelagið er uttan Samir Khedira, Lassana Diarra og Ricardo Carvalho. Real Madrid, um teir koma víðari, møta Bayern Munchen í hálvfinaluni, sum vann samanlagt 4-0 á Marseille.
Chelsea er somuleiðis favorittur at koma víðari. Chelsea vann fyrra dystin í Portugal móti Benfica 1-0. Salomon Kalou skoraði einsamalla málið eftir upplegg frá Fernando Torres, sum er byrjaður at líkjast sær sjálvum aftur.
Didier Drogba og Raul Meireles eru tøkir eftir smærri skaðar. Kemur Chelsea víðari skulu teir møta Barcelona í hálvfinaluni.
Champions League fjórðingsfinlaur:
Real Madrid (3)(0) APEOL 19:45
Chelsea (1)-(0) Benfica 19:45
3/3:
Barcelona (0) (0) AC Milan 3-1
1-0 Lionel Messi, 11 (br)
1-1 Antonio Nocerino, 32
2-1 Lionel Messi, 41 (br)
3-1 Andrés Iniesta, 53
(Barcelona vinnur samanlagt 3-1)
Bayern Munchen (2) (0) Marseille 2-0
1-0 Ivica Olic, 13
2-0 Ivica Olic, 37
(Bayern Munchen vinnur samanlagt 4-0)