Real Madrid vann uppiborið

Fult uppiborið tryggjaði Real Madrid sær í kvøld Super Cup steypið, sum er dystur millum vinnararnar av Champions League og Europa League frá árinum fyri

 

Árligi Super Cup dysturin, sum er dystur millum vinnararnar av Champions League kappingini og Europa League kappingini frá árinum fyri, var í kvøld spældur á Philip National Arena í Skopje í Makedonia.

 

Sostatt var dysturin millum tey bæði stórfeløgini, spanska Real Madrid og enska Manchester United.

 

Real Madrid hevur seinastu árini havt eina góða gongd, meðan Manchester United hevur spælt heldur trilvandi. Hetta sást eisini sjónliga aftur í kvøld í einum dysti, sum Real Madrid vann 2-1. Tó var Real Madrid greitt omaná tveir teir fyrstu triðingarnar av dystinum, meðan besta løtan hjá Manchester United var seinasta hálva tíman.

 

Real Madrid miðvallarin, Casemiro, legði í fyrra hálvleiki Real Madrid á odda 1-0. Og stutt inn í seinna hálvleik økti Isco til 2-0. Tað eydnaðist Manchester United at minka um munin ein hálvan tíma fyri leiklok, tá nýggi áleyparin, Romelu Lukaku, kom á máltalvuna, eftir at Keylor Navas ikki kláraði at halda skotið frá Nemanja Matic.

 

Seinastu løtuna trýsti Manchester United fyri at fáa útjavnandi málið, sum gav stórar málmøguleikar til bæði liðini. Men tað kom einki mál afturat, og tískil tryggjaði Real Madrid sær Super Cup steypið annað ár á rað. Merkisvert var, at hetta var fimta finala á rað at Real Madrid vinnur har Zinedine Zidane situr við róðrið.

 

Undan dystinum var stórur spenningur um Real Madrid stjørnan, Gareth Bale, byrjaði inni á liðnum hjá Real Madrid ella ikki. Úr Onglandi ljóðaði, at byrjaði hann ikki inni í dag, kundi tað vera tekin uppá, at hann var á veg til júst Manchester United. Men Gareth Bale byrjaði inni, og tískil er helst einki í teimum leysasøgunum.

 

Les eisini: Stóri spenningurin er um Gareth Bale

 

Í vikuskiftinum byrjar so enska Premier League, har Manchester United í fyrsta dystinum spælir móti West Ham á heimavølli.

 

Real Madrid – Manchester United 2-1 (1-0)

1-0 Casemiro, 24.

2-0 Isco, 52.

2-1 Romelu Lukaku, 62.

 

Real Madrid: Keylor Navas – Dani Carvajal, Raphael Varane, Sergio Ramos, Marcelo – Toni Kroos, Casemiro, Luka Modric – Isco (Lucas Vasquez, 74), Gareth Bale (Marco Asensio, 74), Karim Benzema (Cristiano Ronaldo, 83)

 

Manchester United:

David De Gea – Antonio Valencia, Victor Lindelof, Chris Smalling, Matteo Darmian – Ander Herrera (Marouane Fellaini, 56), Nemanja Matic, Paul Pogba – Henrikh Mkhitaryan, Jesse Lingaard (Marcus Rashford, 46), Romelu Lukaku