Real Madrid vann á FC Barcelona

Super Copa: El Clasico er ikki tann sama sum fyrr og tað skuldi longd leiktíð til, áðrenn Real Madrid vann

Real Madrid hevur í kvøld vunnið seg í finaluna í mini-stórsteypakappingini í Spania. Ein kapping sum verður spæld í Saudiarabia. Real Madrid vann 3-2 á FC Barcelona eftir longda leiktíð.

 

Meistararnir úr Real Madrid komu á odda tríggjar ferðir í dystinum. Fyrst við Vinicius Junior, men Luuk de Jong javnaði fyri hálvleik, og í seinna hálveiki við máli frá Karim Benzema. Stutt fyri tíð javnaði innskifti Ansu Fati fyri FC Barcelona.

 

Real Madrid vann dystin í longdu leiktíðini, tá innskifti Federico Valverde setti punktum fyri einum skjótálopi, har Real Madrid var í yvirtali. Dysturin var sum heild merktur av villum frá Sergio Busquets og fleiri av teimum ungu hjá FC Barcelona, og einum heldur verjukendum Real Madrid liði, sum fyri tað mesta spældi upp á skjótálop.

 

Real Madrid skal spæla móti vinnaranum av dystinum millum Atletico Madrid og Athletic Bilbao, sum verður í annaðkvøld.