Real Madrid blomstrar við Zidane

Real Madrid hevur skorað eitt mál fyri hvørjar 18 minuttir, síðani Zinedine Zidane bleiv venjari

Mynd: (Polfoto) Cristiano Ronaldo kom á máltalvuna aftur í dag

Real Madrid vann í dag heili 5-1 á Sporting Gijon í sponsku landskappingini. Longu í hálvleikinum var støðan 5-0, men skrædlið bleiv ikki størri fyri norðurspanska felagið, tí teir vunnu seinna hálvleik 1-0.

Zinedine Zidane hevur nú verið venjari hjá Real Madrid í tveimum dystum. Liðið hevur vunnið báðar dystirnar. Fyrst 5-0 á Deoprtivo La Coruna og nú 5-1 á Sporting Gijon.

Tað merkir at liðið hevur skotið tíggju mál í 180 minuttinum. Tað gevur eitt mál fyri hvørjar 18 minuttir. Aftur hesa ferð var tað BBC samansetingin, sum skoraðu málini. Tað eru Gareth Bale, Karim Benzema og Cristiano Ronaldo.