Razz kemur í mai

Danski barnasangarin Razz, sum mátti avlýsa Føroyaferð vegna sjúku herfyri, kemur hendanvegin at hava tvær framførslur sunnudagin 11. mai. Tær verða í Havn og í Fuglafirði
Dagin fyri at Razz skuldi koma til Føroya at syngja, gjørdist hann sjúkur og noyddist at avlýsa ferðina. Fleiri hundrað fólk høvdu tá keypt atgongumerki til framførslurnar, og tað var tí eitt stórt vónbrot.
Fyriskipararnir lovaðu tó, at Razz skuldi koma til Føroya seinni, og nú er tað gjørt av, at Razz er her í landinum sunnudagin 11. mai. Tá spælir hann á Platform kl. 16.00 og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 19.00.
Atgongumerkini, sum vóru keypt til upprunaligu konsertirnar, eru framvegis galdandi, og um tað er onkur, sum ikki fær verið til konsertirnar í mai, ber tað til at býta lata atgongumerkini inn aftur.
Atgongumerki kunna keypast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn og Fuglafirði, í 3´aranum í SMS, Statoilstøðini í Havn, Kollfjarðadali, Skálabotni, Saltangará, Leirvík og hjá Haraldsen í Fuglafirði.