Inntøkumongdin verður staðfest av teimum, ið vinna til landsins virki! Hetta er galdandi viðvíkjandi okkara fiskivinnu, okkara vinnuvirkjum innanlands, okkara inntøku av arbeiði uttanlands og "blokkstuðlinum"!
Vit sjálvstýrisfólk ynskja ikki, at okkara tilvera skal verða tryggjað av beinleiðis stuðli uttanífrá! Tí tað elvir til armóð í okkara virðiliga stoltleika!
Skal nevna, at tá eg sum ábyrgdarhavandi atkvøddi fyri, at danski stuðulin til føroyska húsarhaldið skuldi minka við góðum 300 míó kr. Tá segði eg við Høgna Hoydal, at hetta var sjálvandi treytað av, at eg ikki vildi vera olmussunjótari, og at fylgjan mátti vera, at vit førdu ein politikk, ið nøktaði mín "fíggjarliga olmussutørv",og kom í staðin fyri hann og samstundis gav okkara vinnulívi neyðugu fyritreytirnar! Vóru samdir.
Mínar royndir á politiska økinum í dag vísa mær, at Høgni onki meinti við orð síni! Í hesum "neyðartíðum" reikar tjóðveldið runt millum ræini, ið liggja sambært vána inntjeningina í samfelagnum. Tú kanst altíð finna feilir í arbeiðinum hjá øðrum politikarum. Tað er ikki ókent.
MEN!!
Í løtuni tykir mær tjóðveldi reika runt í avfallsdungum og geva teimum "svongu" mat, meðan tey sjálvi liva í marglæti!
Vit eru øll góð við hetta land og fólk tess. Vit hava eina politiska skipan, har ein meiriluti á løgtingi eftir hvørt val finnur saman um eina skipan komandi valskeið. Altíð verður ein partur í minniluta. Skal yvirliva og menna seg til næsta val.
Mín sannføring er, at í hesum vána fíggjarligu tíðum havi eg onga tíð sæð so vánaliga fráboðan frá alternativum politiskum fólkum, sum hesaferð! Veit væl, at verandi meiriluti tekur skeivar avgerðir í førum eftir mínum tykki! Ein veikleiki er, at har er "ongin" leiðsla. Men vit skulu koma víðari!
Vit kenna øll, at í løtuni stendur tjóðveldið til størstu umboðan á løgtingi sambært veljarakanningum, men eg stúri fyri politisku fylgjunum, um hetta gerst veruleiki!
Størsti trupulleiki ímóti hesum er, at føroyskir útlendingar í danmark reka ikki hugsandi landsmenn í føvningin á tjóðveldinum!
Eg havi sjálvur livað við skiftandi fíggjarligum umstøðum hjá landskassanum, men havi altíð verið greiður yvir, hvør ideologiskt hevur førleika at loysa trupulleikarnar, tá vinnulívið hevur gjørt sítt!!
Eisini í mun til sosialar umstøður. Óroyndar sosialar umstøður vórðu gjørdar kunnar, og eitt vælvirkandi góðkent vinnulív skapaði hóskandi fíggjarligar fyritreytir!
Mær tykir í dag, at hesir "ideologar" ynskja, at vinnulig virki verða sett á stovn og geva avkast til samfelagið, men um hesi geva yvirskot, so skal hetta krevjast inn og fíggja undirskot hjá landskassanum! Hvør tímir at gera ein innsats undir hesum tjóðveldistreytum?