Ravmagn annarleiðis føroyskur tónleikur

Tey sum elskaðu Grønt Fótslím kunnu nú aftur gleðast um, at René Bishoff aftur er virkin á tónleikapallinum, fyrst var tað endurinnspælingin av Kettuni hjá Grønum Fótslími á fløguni Malagrót. Men eftir øllum at døma var hetta bert byrjanin. Tí undir navninum Ravmagn ger René aftur um seg við fýra løgum á myspace.

 
Umframt lagið um kettuna eru løgini Kettur og Tablettir, Disco Dasco JL og Vit Elska Daddi Big, hetta er líka stuttligt og vanvittigt sum Grønt Fótslím. Vitja profilin á www.myspace.com/ravmagn