Rasmus Paludan ætlar sær enn til Føroya

Hóast formaðurin í víðgongda flokkinum Stram Kurs ikki kom til Føroya mitt í juni, sum ætlað, so er hava fyrireikararnir ikki mist ætlanina at fáa hann hendan vegin

Í mai mánað boðaði danski islamkritikarin, Rasmus Paludan, frá, at hann ætlaði sær til Føroya í juni at halda fyrilestur.

Men Paludan hevur ikki verið í Føroyum enn.

Tað eru tí nøkur, sum hava undrast á, hví hann ikki kom, og sambært fyrireikarunum er tað orsakað av praktiskum avbjóðingum.

Fyrireikararnir eru nakrir av limunum frá loyniliga facebookbólkinum "Føroyingar ímóti islam". Teir hava boðið honum til Føroya at tosa alment um hansara hugsjónir og politikkin hjá flokki hansara, Stram Kurs.

Ætlanin hjá Paludan var at koma í fyrru helvt av juni, men islamkritiski facebookbólkurin ætlaði at bíða til seinni í juni. Tí hava tað verið nakrar avbjóðingar við at finna røttu dagfestingina, sum skal passa við útleigan av høli, sum nú einans er tøkt mitt í viku.

Fyrireikararnir hava tosað við Rasmus Paludan í gjár um at avtala eina nýggja tíð, og hann er enn áhugaður í at koma til Føroya. Tey frá "Føroyingar ímóti islam" siga við in.fo, at tað væntandi verður einaferð í juli mánað. Nær hann kemur - og um hann yvirhøvur kemur - verður avgjørt skjótt, siga tey.