Rás2 sigur frá tveimum fjórðingsfinalum í kvøld

Sagt verður frá B36-EB/Streymi og ÍF-Víkingi. Heimildarfólk verður ígjøgnum úr Runavík

Í kvød siga Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen frá fjórðingsfinalunum í løgmanssteypinum: ÍF-Víkingur, sum byrjar klokkan 18.30, og B36-EB Streymur, sum byrjar klokkan 18.

 

Tróndur Arge sigur frá í Fuglafirði, og Hilmar Jan Hansen sigur frá í Havn. 

 

Helgi L. Petersen fer at kunna um gongdina í dystinum NSÍ-AB, sum byrjar klokkan 18.30, og verður spældur við Løkin í Runavík. 

 

Sendingin byrjar klokkan 17.30.

 

Ígjár vann HB sína fjórðingsfinalu 4-1 (0-1) yvir Giza Hoyvík, og eru sostatt klárir til hálvfinalurnar.