Føroyska U17 hondbóltslandsliðið hjá kvinnum kann skriva søgu í kvøld. Klokkan 19 spæla tær ímóti Kekkia í EM-undankappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum.
Vinna føroysku U17 kvinnurnar á Kekkia verða tær fyrsta føroyska liðið i felagsítrótti, sum vinnur seg í eitt EM-endaspæl. Tí er alneyðugt, at fólk í hópatali møta at stuðla U17 kvinnunum uppi í høllini á Hálsi í Havn.
Tey, sum tó ikki hava umstøður at fara og hyggja, kunnu lurta á Rás2, ella stroyma frásøgnina á www.midlar.fo. Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum, og Claus Rasmusen verður viðmerkjari.
Til ber at senda eitt sms inn til sendingina á Rás2, sum byrjar klokkan 18.30 um vónirnar hjá fólki um úrslitið í kvøld. Fólk smsa inn á 559999.