Rás2 sigur frá AB-NSÍ og HB-FC Suðuroy

Rás2 varpar eisini út steypahandanina í Fuglafirði, har B36 fær FM-steypið handað

Rás2 spennir seg aftur út á fótbóltsfrontinum í dag. 

 

Klokkan 14 sigur Hilmar Jan Hansen frá HB-FC Suðuroy, og Tróndur Arge sigur frá AB-NSÍ. André Olsen verður staddur til ÍF-B36, og vit fara at varpa steypahandanina, og gullheiðursmerkjahandana út, tá dystirnir eru avgreiddir. Vit fylgja eisini gongdini í KÍ-EB/Streymur, og í TB-Víkingur.

 

Lurtararnir kunnu senda eitt sms inn til 559999, besta smsið vinnur eitt atgongumerki til eykakonsertina hjá Lukas Graham í høllini á Hálsi í Havn, fríggjakvøldið 23. oktober.

 

Annars verður Gullradio endursent fyrrapartin. Og fótbóltspanelið verður endursent millum klokkan 13 og 14.

 

Rás2 hoyrist nú eisini á FM 95,9, umframt á 88,7 og á 98,7. Til ber eisini at lurta á www.midlar.fo.

 

Til ber eisini at fylgja dystunum her á in.fo.