Írar mótmæla fosturtøkulóg

Yvir 35.000 írar gingu um vikuskiftið mótmælisgongu í Dublin ímóti fosturtøku, nú eitt lógaruppskot skal gera tað møguligt hja kvinnum at fáa fosturtøku, um barnsbururin er lívshættisligur fyri kvinnuna.

Mótmælið var tað higartil størsta, nú alsamt fleiri írar geva til kennar, at teir eru ímóti uppskotinum, stjórnin ætlar at leggja fyri tjóðartingið.

Stjórnin sigur hinvegin, at ikki kemst uttan um lógina, eftirsum hon ger greiðari rættin hjá kvinnuni til fosturtøku í støðum, har lív hennara er í vanda.

Tjóðartingið skal atkvøða um uppskotið í annaðkvøld, so tí er hetta seinasti kjansur hjá teimum at gera vart við seg, sum eru ímóti, at írska fosturtøkulóggávan verður broytt.