Daniel Rapa, sum var ein av mest týdningarmiklu spælarunum hjá KÍF síðsta kappingarár, verður ikki partur av liðnum hjá KÍF í ár. Hann hevur í staðin valt at taka av møguleikanum at venja besta kvinnuliðið hjá VÍF, sum hann eisini hevur vant onkuntíð fyrr. Sum skilst verður Daniel heldur ikki partur av besta mansliðnum hjá VÍF, og tí er líkt til, at hann í ár bert fer at taka sær av uppgávum sum venjari. Hansara uppgáva má eisini metast at vera rættiliga spennandi í ár, nú VÍF-kvinnurnar aftur eru í bestu deildini eftir nøkur ár í næstbestu deildini.