Ransin spilti spælið

Ikki er ókent, at í granna­upp­gerðunum kunnu spælarar saktans verða heitir og tendr­ingin skjót, men í dyst­inum á Svangaskarði leygar­dagin gjørd­ist talan um eina ta linligastu og róligastu upp­gerð­ina millum B68 og NSÍ í áravís, tí eingin tordi nakað sum helst. Spælararnir vóru sum lomb á vøllinum, og teir valdu heldur at ansa sær, enn at satsa.
Tøkkina fyri tað eigur dóm­arin, Ransin N. Djurhuus, sum fullkomuliga megnaði at oyði­leggja dystin við ikki færri enn 11 kortum, harav 10 vóru gul og eitt var reytt. Sum skilst, var lítið at siga til reyða kortið, men tey allarflestu av teimum gulu vóru púrasta burtur úr vón og viti. Eitt var, at oyruni í fleiri førum vóru stór, men at geva gult fyri vanligar taklingar og líknandi, er óskiljandi.
Líkt var til, at Ransin hevði sett sær fyri, at hann í øllum førum skuldi vera í miðdeplinum leygardagin, og tað eydnaðist til fulnar. Longu, tá hann hevði givið fyrsta gula kortið fyri eitt av teimum fyrstu fríspørkunum, hevði hann lagt sína køvandi linju yvir dystin, ið doyði beinan­vegin.
B68 og NSÍ eru lið, sum spæla fyri lívinum, tí tey eru í vanda fyri at flyta niður, og tá hava tey so slett ikki brúk fyri einum dómara, sum í øllum førum leygardagin hevði riggað betur í einum bridgefelag, enn á fót­bóltsvøllinum!
Spælararnir, sum leggja nógva tíð og orku í at venja og gera sín besta innsats, hava betur uppiborið, enn at fáa ein fullkomuliga óseriøsan dómara á vøllin, sum onkursvegna heldur tað vera stuttligari at spæla kort, enn at døma fótbólt. Sum sagt, var talan um ein dyst, sum upp á ongan máta var harðligur ella nakað sum helst annað, so tí skilti eingin nakað av hesum kortspælinum, ið østi báðar partar, heldur enn at kyrra nak­að sum helst.
Var nøkur meining við eyg­leiðaraskipanini, slapp Ransin N. Djurhuus at halda frí í fleiri dystir, tí tað gekk sjón fyri søgn, at bæði hann og spælararnir hava gott av at sleppa undan hvørjumøðrum í eina tíð.