Tað sigur Ransin N. Djurhuus, sum saman við Andrew Christiansen og Andreas Josephsen dømdu venjingardystin millum CSKA Moskva og Shakhtar Donetsk á La Manga.
Dysturin endaði við 2-0 sigri til Shakhtar Donetsk. Annar svar dysturin spældur í góðum fótbóltsanda og føroysku dómararnir vóru fegnir um avrikið.
Føroysku dómararnir, sum saman við føroyska dómaraeygleiðaranum, Niklas á Líðarenda, hava verið í La Manga í nakrar dagar og dømt tríggjar dystir. Fyrsti dysturin var millum FC Olimpija Ljublijana og IFK Gøteborg, sum endaði við javnleiki 1-1. FC Olimpija Ljublijana vann upp á brotssparkskapping. Annar dysturin var millum norksa Tromsø IL og polska RTS Widzew Lodz. Her vann polska liðið 2-1.
Hoyr samrøðu við Ransin N. Djurhuus undir greinini ella les meiri í Sosialinum í dag.










