Rannvá og lið­fel­ag­ar­nir eru tvey stig røttu meg­in nið­ur­flyt­ing­ar­strik­una

Ejstrup/Hærvejen vann annan dystin á rað

Rannvá Olsen hevði nógv at fegnast um ígjár. 

 

Samstundis sum hon kundi fegnast um, at bygdakvinnurnar í Vestmanna vunnu seg í Faxe Kondi steypafinaluna við samlaðum 49-48 hálvfinalusigri á Neistanum, so vann Rannvá saman við liðfeløgunum í Ejstrup/Hærvejen annan dystin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Ejstrup/Hærvejen vann á útivølli 29-27 á Aarhus. Í steðginum var Ejstrup/Hærvejen á odda 16-15. Rannvá skoraði tvey mál.

 

Talan var um annan sigurin á rað hjá Rannvá og liðfeløgunum, ið nú eru tvey stig røttumegin niðurflytingarstrikuna. Ejstrup/Hærvejen er nummar átta í deildini við 13 stigum.