##med2##
Føroyar taptu fyrr í dag 1-3 móti Guernsey í liðkappingini í badminton. Bartal Poulsen tapti í einmansleiki, meðan Rannvá D. Carlsson vann í einmansleiki. Í tvímansleiki taptu bæði Niclas Eysturoy/Bartal Poulsen og Rannvá D. Carlsson/Gunnvá Jacobsen.
Omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av tí fjórða dystinum í hálvfinaluni har Rannvá D. Carlsson og Gunnvá Jacobsen taptu 22-24 og 18-21.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Niclas Eysturoy aftaná seinasta dystin.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rannvá D. Carlsson aftaná seinasta dystin.
Niclas og Rannvá eru á einum máli um, at tey gjørdu ov nógv mistøk í dag. Tey sláa tó fast, at tey eru sera uppsett at vinna bronsudystin móti Oynni Man, ið byrjar klokkan 14.
Sjúrður H. Hoydal fer at siga beinleiðis frá bronsudystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður koma út á in.fo aftaná. In.fo fer at kunna um gongdina í bronsudystinum aftaná hvørt sett.
##med3##











