Á myspace eru fleiri ymisk sløg av síðum, tær til privatpersónar og tær til eitt nú tónleikabólkar. Nú hevur Rannvá Jacobsen skift privatu síðuna út við eina bólka síðu, har hon hevur møguleika at leggja tónleik út. Á síðuni ber til at hoyra tvey løg hjá Rannvá. Vakra lagið Longsul og tað eitt sindur meira lívliga The Astronaut. Talan er um rættiliga ráar upptøkur, men tær geva innlit í tónleikin, hjá eini av teimum lovandi kvinnuligu songrøddunum á føroyska tónleikapallinum.
Vitjað Rannvá og lurta eftir hennara tónleiki á myspace.com/rannvajacobsen










