Rannvá Kunoy tekur í løtuni lut á framsýningini Known Unknowns, sum læt upp í Saatchi Gallery í London 21.mars. Framsýningin er viðmerkt í artdaily í dag, har hon verður presenterað sum ein bólkaframsýning við verkum hjá altjóða listafólkum, ið eru fødd millum 1966 og 1990. Heitið sipar til, at listafólkini bæði eru ókend, men háttvird og mett at vera slóðbrótandi á hvør sínum øki, skrivar listaportalurin millum annað.
Á www.listaportal.com skrivar listakøna Kinna Poulsen meira um føroysku listakvinnuna og um framsýningina og tey 17 framsýnanarnar.
Rannvá Konoy hevur málað málningin til høgru á myndini.