Rannvá Joensen 70 ár

24. november fyllir Rannvá Joensen, Slættalíð 12, Tórshavn, 70 ár.

Foreldur hennara vóru Birita og Edvard Lindenskov, tey búðu tá í Rættará, nú Sigmundargøta 16, tá Rannvá sá dagsins ljós í 1934, men fluttu í august 1938 í Sjúrðargøtu, har runnu barnaárini hjá Rannvá, sum hjá Havnarbørnum flest og tá barnaskúlin var frá hondini, fór hon at royna seg í handligum kynstri.

Fyrsta takið var í fyritøkuni Niels Johannesen, heilsølan í Tórsgøtu, tað var eftir kríggið,
tey framleiddu klædnavørur.

Sagt er, at Rannvá var ófør við strúkijarninum, at strúka var ikki bara. Um hetta var duldur kynstur frá ommuni í Baiansstovu veitst ikki, men konufólkini í Baiansstovu struku fyri fólk, um tað var "bara fyri tey fínu" og orlogsskipini, hvør veit? Men vit vita, at fyrsti strúkiovnurin á dampvaskarínum í Tórsgøtu var tann úr Baiansstovu.

Men Rannvá bleiv tó ikki standandi við strúkijarninum ? men til stroks fór hon ? í sakføraravirkinum Kehler & Lützen var hon fleiri ár og seinni hjá Landsverkfrøðinginum.

Í 1961 giftast Rannvá og Tummas, og nú hon er vorðin kona hjá langfarasjómanni ? og børnini so smátt eru í anmarch ? broytist so mangt, tey flyta niður at búgva og koma ikki heim aftur fyrrenn í 1966, tey bygdu síðan húsini í Sløttulíð.

Rannvá var seinni drúgvt skeið á Sjómansheiminum í Havn, har stóð hon fyri tí tey rópa smørbreyðnum. Ófør hevur hon verið, og álit er hon í øllum arbeiði ? hon hevur tikið lut í so mongum.

Vit kenna hana eisini frá felagslívi, og har hevur losjan staðið henni næst, tað er ikki tað tiltak, at hon ikki hevur tikið hond í. Og so er ikki at gloyma áhugan fyri føroyskum dansi. Í ungu árunum var hon við í ferð dansifelagsins í Noregi í 1959.

Nú 70 árini eru rokkin hjá teimum báðum, Tummas fylti tann 8., hava tey opið hús í Sløttulíð 12, leygardagin 27. november frá á middagi, men mest man tað gleða tey, at døturnar báðar og Kristianna lítla koma heim til dagin.

j.