Rannvá í Havn og Øssur í Keypmannahavn

Hesa næstu tíðina hava tvey av okkara kendu listafólkum framsýningar, onnur er í Havn og hin er í Keypmannahavn.

Í Havn hevur Rannvá Holm Mortensen listaframsýning á býarbókasavninum nú í januar og í februar.

Rannvá Holm Mortensen er sjálvlærd listakvinna, men síðan 1990-árini hevur hon verið á ymiskum skeiðum, eitt nú á tekniskeiði í Grikkalandi, háskúlaskeiði á Thorstedlund kunsthøjskole og kvøldskúlaskeiði hjá grafikaranum Jónu Rasmussen.

- Framsýningin á Býarbókasavninum er fyri størsta partin akrylmálningar, sum hon hevur málað hesi síðstu fimm árini.

Myndevnini eru sjálvrannsakandi, og myndirnar hava heiti sum “Meditatión” og “Hin langa ferðin”. Litvalið skiftir millum døkkar og bjartar litir.

Størsta framsýning hon hevur havt, var ein hon hevði í Århus kunstbygning juni-september.

Bókasavnið hevur eisini listabókina “Rannvá Holm Mortensen”, sum Listasavn Føroya gav út í 2008.

Næsta leygardag, tann 19. januar, klokkan 12, letur Øssur Mohr listaframsýning upp á Galleri Sct Gertrud í Keypmannahavn og tann framsýningin er opin til 2. februar.

Listamaðurin verður sjálvur til staðar og høvi verður eisini at hoyra Stanley Samuelsen spæla og syngja.

Myndin er eitt brot úr einum verki hjá Rannvú Holm Mortensen.