Løgreglan í London hevur í dag rannsakað skrivstovurnar hjá felagnum News International, sum fjølmiðlakongurin Rupert Murdoch eigur. Løgreglan hevur samstundis handtikið fýra fólk, tí illgruni er um, at tey hava goldið løgreglufólki pengar, skrivar Reuters.
Løgreglan í London sigur, at átakið í dag er eitt úrslit av upplýsingum frá leiðsluni í felagnum News Corp og teirri nevndini, sum bleiv sett at kanna gøluna um, at blaðfólk høvdu avlurtað telefonina hjá fleiri kendum einstaklingum, teirra millum fólki í kongshúsinum.
Gølan um telefonavlurtingina fekk Rupert Murdoch at steðga útgávuni av blaðnum News of the World.