Leicester City vann í gjár 2-0 á Sunderland í Premier League. Liðið er sjey stig fremst, nú tað mangla fimm umfør. Eftir dystin tóktist venjarin, tann so dámligi Claudio Ranieri, at hava torført við at hava tamarhald á kenslunum.
Ongin hevði væntað, at Leicester, sum um hetta mundi í fjør lógu til niðurflyting, fór at hava nakran møguleika at blanda seg upp í oddastríðið. Nú eru teir á gáttini til at vinna Premier League, og hava tryggjað sær Champions League luttøku komandi kappingarár.
Tvífaldi málskjúttin hjá Leicester í gjár var Jamie Vardy. Maðurin sum kanska allar best lýsur støðuna hjá Leicester. Fyri fimm árum síðani spældi hann við Fleetwood í fimt bestu deildini í Onglandi.
Hann er í løtuni næst toppskjútti í Premier League, aftanfyri Harry Kane. Tað eru Leicester og Tottenham, sum í løtuni stríðast um Premier League heitið. Leicester er sjey stig frammanfyri. Her er skráin fyri tey bæði liðini seinastu fimm dystirnar.
Leicester:
West Ham(H)
Swansea (H)
Manchester United (Ú)
Everton (H)
Chelsea (Ú)
Tottenham:
Stoke (Ú)
WBA (H)
Chelsea (Ú)
Southampton (H)
Newcastle (Ú)