Rangers hevur vunnið League One

Tað gongur skjótt fram á hjá Rangers, sum árið fyri fyrraárið varð sent niður í lægstu deildina i Skotlandi.

Tað gongur skjótt fram á hjá Rangers, sum árið fyri fyrraárið varð sent niður í lægstu deildina i Skotlandi.

 

Teir vóru har bert í eitt ár og fluttu upp í League One við stórum muni niður til nummar tvey. Og í League One hava teir gjørt tað enn nú betri.

 

Nú tað mangla átta umfør hava teir longu tryggjað sær heiðurin sum vinnarar av League One. Av teimum 28 dystunum, sum higartil eru leiktir, hevur Rangers vunnið 26, spælt tveir javnar og ongan dyst tapt.

 

Í gjárkvøldið leiktu teir móti Airdrie og vunnu 3-0. Lee McCulloch skjeyt øll trý málini, tvey av teimum upp á brotsspark.