Randi Hjelm Debes selur um allan heim

- Tað er serliga Instagram, sum hevur givið mær og mínari fyritøku vind í seglini uttanlands, sigur hon.

 

- Herfyri seldi eg eina troyggju heilt til India. Eg havi eisini upplivað, at eitt viðskiftafólk úr USA kom á gátt hjá mær eftir einari troyggju. Tað var ein amerikumaður, sum setti seg í samband við meg, áðrenn hann kom til Føroya, og tað endaði við, at hann stóð í túninum hjá mær.

Tað sigur Randi Hjelm Debes, sum eigur fyritøkuna, Faroeknit í Vági, og hetta sigur hon í einari størri samrøðu, sum er í Sosialinum í dag, nú blaðið hevur serstakt tema úr Suðuroy.

Randi Hjelm Debes byrjaði sína fyritøku í februar 2017. Hon hevur bundið alt sítt lív - eitt sindur meira og eitt sindur minni, sum hon sjálv tekur til í samrøðuni. Bindimentanin er sterk í Føroyum, og her eru mong, sum binda síni egnu pløgg og binda til onnur.

Tað, sum sermerkir fyritøkuna hjá Randi Hjelm Debes, er, at hin stóri marknaðurin hjá henni er ikki í Føroyum, men uttanlands – ikki minst í USA, har tey serliga hava lagt til merkis hennara mynstur og snøggu pløgg.

- Eg selji so at siga um allan heim, bæði hondbundnar troyggjur, húgvur, hosur og mynstur, og eg vil siga, at amerikanarar eru garvillir eftir tí, eg geri. Sjálvandi bindi eg eisini, men tað eru serliga bindikonurnar, eg havi kring landið, sum binda fyri meg.

Tað tekur jú eisini tíð at arbeiða við mynstrum og at sniðgeva, leggur hon aftrat.

Randi Hjelm Debes hevur selt síni pløgg og mynstur í mongum ymiskum londum og umframt at selja í USA, selur hon eisini eitt nú í Týsklandi, Bretland, Fraklandi, Íslandi og Grønlandi. Hon hevur selt troyggjur í Noregi, og herfyri seldi hon eisini eina troyggju heilt til India. 

Hon hevur eisini viðskiftafólk í Avstralia og Ný Sælandi.

- Eitt viðskiftafólk úr USA hevur enntá verið á gátt hjá mær í Vági eftir einari troyggju. Tað var ein amerikumaður, sum setti seg í samband við meg, áðrenn hann kom til Føroya, og tað endaði við, at hann stóð í túninum hjá mær og fekk troyggjuna.

Randi Hjelm Debes sigur, at amerikumaðurin hevði funnið seg á Instagram. Eftir at hann hevði fingið troyggjuna, og var komin heim aftur til USA, legði hann eina søgu út á Instagram við myndum av troyggjuni og seyði úr Føroyum.

Spurd, hvussu tað ber til, at  hon hevur rokkið so langt út í heim við sínum pløggum og mynstrum, sigur Randi Hjelm Debes, at hetta hevur latið seg gera um netið, og hon hevur eisini sína egnu heimasíðu.

- Men, tað er serliga Instagram, sum hevur givið mær og mínari fyritøku vind í seglini, tá eg havi lagt myndir út av mínum pløggum har, ásannar hon og leggur aftrat, at onkur kendur bloggari úti í heimi, sum skrivar um binding, eisini hevur lagt hennara leinkju út á sín blogg.

##med2##