Randers ímóti banamonnum hjá B36

Lutakastið í UEFA Cup kappingini í farnu viku hevði við sær, at danska superligafelagið Randers FC skal spæla ímóti turkiska felagnum Fenerbahce. Tað var júst turkiska liðið, sum sendi B36 út úr Champions League við tveimum trivaligum sigrum. Randers hevur gjørt av, at heimadysturin ímóti Fenerbahce skal spælast í Århus, tí áhugin fyri dystinum er størri, enn leikvøllurin í Randers kann klára at hýsa.