Hondbóltur ? menn
Størsti dysturin á hondbóltsárinum varð leiktur í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin, tá mansliðini hjá Neistanum og VÍF skuldu bresta saman.
Eftir at VÍF hevði vunnið grundspælið og tí hevði eitt stig í bakhondini til endapælið, vóru treytirnar hjá Neistanum púrasta greiðar undan dystinum. Ein sigur skuldi fáast í hús, og í øllum førum skuldi dysturin ikki tapast, soleiðis at munurin upp til VÍF varð øktur út um tað, sum neistamenn kundu vinna inn aftur sjálvir.
Meðan tað alla tíðina hevur verið greitt, at Neistin fór at hava alt fólkið tókt til oddadystin, so var tað fram til tað seinasta ivasamt, hvussu fór at verða hjá vestmenningum, men tá liðini komu á vøllin sást, at her vóru øll segl sett til.
Sámal Joensen, sum annars hevur havt ein eyman rygg at dragast við, var fyri fyrstu ferð í endaspælinum aftur á liðnum, og Daniel Rápa, sum eisini er venjari hjá kvinnunum, hevði til dagin latið Jørleif Kúrberg satðið einsamallan við hesum, so rumenin fekk savna tankarnar fult og heilt um stórdystin hjá monnunum.
Eisini á venjarabeinkinum var eitt skifti farið fram, tí Páll Poulsen hevði fingið forfall. Her stóð tó ikki á at fáa hjálp, tí fyrrverandi VÍF-leikarin og ?venjarin, Hjalmar Klein Olsen var til dystin fús at átaka sær leiklutin á beinkinum.
Tveir í part
Í landskappingini hava hesi bæði liðini verið í serflokki tey bestu higartil, og tosar stigatalvan sítt týðiliga mál um hetta. Serstakliga hevur tað verið í álopspartinum, at styrkin hjá liðunum hevur verið, meðan tað hinvegin ofta hevur haltað heldur meira í verjupartinum.
Í so máta gjørdist dysturin sunnudagin einki undantak. Frá fyrsta bríksli vóru tað málsóknu bakspælararnir á báðum liðunum, sum settu kósina, og heilt tíðliga hevði tú varhugan av, at tað eisini vóru hesir, sum skuldu avgera dystin.
At Sámal hevði meldað seg kláran til dystin mundi eisini koma av, at Áki Olsen framvegis dregist við ein treiskan skaða í lærkrikanum. Somikið álvarsligur var skaðin hjá Áka, at hann bert fekk spælt ein part av fyrra hálvleiki, áðrenn hann varð noyddur at geva seg, men her vísti Sámal seg sum fullgott endurgjald. Skaðasteðgurin tóktist á ongan hátt at hava minkað um skotstyrkina, og saman við Inga Olsen var høvuðsmaðurin aftan fyri flestu VÍF málini fyrra hálva tíman.
Hja Neistanum vóru tað serstakliga Heini Joensen og ein óvanliga væl tendraður Áki Mørk, sum gjørdu um seg.
Í einum jøvnum fyrra hálvleiki, har munurin ongan tíð fór upp um tvey mál, skutu hesir fýra ikki færri enn 19 av teimum 28 málunum. Tað kann í hesum sambandi leggjast afturat, at var tað ikki fyri tvey avbera góð málmansavrik frá Bárði Nielsen og Peturi Magnusson, so kundi talan verið um nógv fleiri mál, men hetta merkti tó ikki at undirhaldið gjørdist minni.
Við høvdinum undir arminum
Í stórum pørtum av fyrra hálvleiki vóru tað vestmenningar, sum høvdu munin, men í løtunum kring steðgin setti Neistin fer á.
Fyrst fingu teir við tveimum málum undan steðginum javnað leiðsluna hjá VÍf, og í seinna hálvleiki løgdu teir fyri við buldur og brak. Verjan, sum bert hevði riggað í løtum fyrsta hálva tíma, tóktist nú vera nógv tættari. Ferðin á álopsspælinum var hægri, og tað var sjónligt, at vestmenningar høvdu ilt við at standa ímóti hesa løtuna.
Vestmenningar eru tó ikki teir, sum vanliga gevast á hondum, og teir treiskaðu eisini seg sjálvar inn aftur í dystin. Stríðið tóktist tó vera til fánýtis, tá farið var um helvtina av hálvleikinum. Neistin slapp tá eina løtu at vera í yvirtali, og hesum gjørdu teir sær fulla nyttu av, tá teir øktu munin upp í trý mál.
Við tíggju minuttum eftir og einum nú mansvardumInga Olsen sá svart ut hjá VÍF. Tað er tó, tá mest stendur á, menn skulu sýna, hvørjar knotur eru í teimum, og tað var eisini júst hetta, sum vestmenningar gjørdu.
Fyrst vóru tað teir báðir, Ingi og Sámal, sum fingu togað VÍF upp á javnt. Týðiliga nervaðir av, at teir so brádliga mistu takið, fóru øll møgulig tekin um panikk nú at gera seg galdandi á neista-liðnum. Í álopspartinum vóru fleiri skotroyndir av tí minni umhugsaða slagnum, og tá teir nú fóru út í mansverju av bæði Inga og Sámal gjørdist plássið til hinar leikararnar hjá VÍF bara tað betri.
Fyrst gjørdi Agnar Joensen, sum á álopssíðuni ikki hevði sín besta dag, tvey mál, og eftir at Sámal Joensen hevði gjørt sítt seinasta mál, kundi ein av bestu leikarunum í dystinum, Daniel Rápa, saman við fyrrverandi Neistaleikaranum, Ragnar Zachariasen, seta endaligan trumf á.
Einasti neistaleikarin, sum hesa løtuna tóktist halda høvdið kalt, var liðskiparin, Jacob Jónsson, men hetta var ikki nóg mikið. VÍF vann dystin. Kanska ikki kríggið. Men í øllum førum eitt somikið týdningarmikið slag, at Neistin nú skal hava hjálp frá øðrum liðum, um teir skulu vinna seg fram aftur á oddasessin.
Automatisman væntaði
Sæð í bakspeglinum, so er lítið at ivast í, at teir í Neistanum munnu iðra seg um stigamissin. Tá eitt lið, sum telist millum tey sterkastu í landinum, bert tíggju minuttir fyri leiklok hevur slíka leiðslu, so eiga dygdirnar at vera til staðar, soleiðis at sigurin kann koyrast heim.
Liðið kann neyvan umbera seg við, at royndirnar restaðu, tí fleiri av leikarum teljast millum teir royndastu í føroysku kappingini. Hinvegin er tað ein spurningur, um ikki liðið hevði staðið seg betri undir slíkum umstøðum, um leikararnir høvdu spælt saman yvir eitt longri áramál.
Tað hava vestmenningarnir, og ein avleiðing av hesum er, at teir ikki bara eru vanir at vera undir trýsti, men eisini vita, hvussu liðfelagarnir reagera undir trýsti. Hetta gevur ta sjálvsagdu dygd, at liðið er sera ringt at taka á bóli, og tað er júst í slíkum dystum, at hetta kemur til góðar.
Hendan automatisman er enn ikki arbeidd inn á liðið hjá Neistanum, og helst var tað júst tað, sum kostaði sigurin ? og kanska FM.
Tað hoyrir tó við til hetta tosið um trýst, at tað er merkisvert, at neistavenjarin valdi at lata ein leikara sum John Petersen sita á beinkinum seinastu avgerandi løtuna. Við teimum royndum, sum hevur nomið sær, ikki minst á altjóða fótbóltsleikpallinum, er trýst ikki nakað ókent fyribrigdi hjá honum, og tey, sum hava fylgt við fótbóltslandsliðnum, vita helst, at hann er ein leikari, sum trívist undir trýsti. Har við er ikki sagt, at aðrir á neistaliðnum ikki gera tað, men tá tað stóð mest á sunnudagin, vóru tað í øllum førum ov fáir, sum kundu prógva hesir dygdir, og tí var John ein missur á hesum øki.
Líkist eini avgerð
Skal takast samanum, so kann sjálvandi ikki sigast, at Neistin við ósigrinum misti møguleikan fyri FM ? men tað fer tó at líða væl.
Tað kann væl vera, at avrikini hjá VÍF ikki hava verið alt ov støðug, og meðan teir nú tvær reisur í slag hava megna at togað seg sjálvar upp, tá mest stendur á, so hava teir havt alstórar trupulleikar, tá spælt verður móti liðum, sum á pappírinum eru væl veikari enn oddaliðini.
Hesar trupulleikar hevur Neistin ikki havt, men stóri spurningurin er kortini, hvørt liðið framhaldandi megnar at vinnna tryggu sigrarnar á lægru liðunum. Tað er í øllum førum væl hugsandi, at fyri hvønn VÍF sigur, sum nú fer at koma, minkar vónin ? og harvið motivatiónin ? hjá Neistanum, og hendir hetta kann brádliga vera, at stig eisini verða latin móti øðrum enn vestmenningum, og so er spælið tapt.
Hjá VÍF verður hinvegin júst tað øvugta galdandi. Tað kann væl vera, at teir í løtuni hava trupult við at motivera seg sjálvar, men tað skuldi verið løgið, um roykurin av gulli ikki kann vekja teir úr hesum dvala, og tann roykurin gerst nú ramari fyri hvønn sigur, sum teir fáa til høldar.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 27-30 (14-14)
Málskjúttar:
Neistin: Jacob Jónsson 8(2), Áki Mørk 7, Heini Joensen 6, Kári Mortensen 2, John Petersen 2, Ári Rouch 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1
VÍF: Ingi Olsen 10(2), Sámal Joensen 8, Agnar Joensen 4, Rógvi Nielsen 3, Áki Olsen 1, Harald Bjørgvin 1, Ragnar Zachariasen 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 1, VÍF 5
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen. Høvdu til tíðir trupulleikar av høgu leikferðini, men fingu hinvegin fyrimun av, at leikararnir á báðum liðum fyri tað mesta spældu rættiliga disciplinerað og fyri tað mesta reint.