Raktu illa málið – tað skal rættast

Rás2: Landsliðspælararnir raktu illa málið til venjing í gjár

Føroyska A-landsliðið skal fríggjakvøldið spæla móti Sveis á Tórsvølli í HM 2018 undankappingini. Landsliðið vandi í gjár og skal venja aftur í dag. Afturgangandi fyri venjingina í gjár var, at onkrir spælarar høvdu torført við at skjóta bóltin í tóma málið.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at hoyra samrøðuna

 

- Eg segði við ein av spælarinum, at vit mugu skjótt fáa málini frá amerikanskum fótbólti, tí sjálvt uttan málmenn fóru teir langt uppum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, við einum lítlum brosi, men leggur afturat:

 

- Hatta skulu vit hava rættað til dystin, tí so nógvar møguleikar fáa vit ikki. Tá vit fáa møguleikan, so er tað týdningarmesta at raka málið, sigur Lars Olsen.

 

Lars Olsen sigur eisini, at hann í løtuni umhugsar at spæla við tveimum áleyparum. Tað er eitt sindur av eini kollvelting fyri føroyskan landsliðsfótbólt, tí vit hava annars altíð spælt við einum áleypara.