Føroysku bankarnir almannakunngjørdu í dag, at tað nú verður gjørligt at brúka ApplePay á síni telefon sum gjaldshátt.
- Vit vita, at áleið 60 prosent av brúkarunum á okkara neti, eru á iOS tólum – altso Apple vørum. Somuleiðis eru tað flest iPhones, sum verða seldar í sølubúðunum, Eva Skeel Nolsøe, HR- og Marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sum tó ikki hevur innlit í hvussu býti er á netinum hjá Hey.
Lesið eisini: Nú ber til at rinda við telefon í Føroyum
- Sostatt rakar hendan nýggja skipanin ein breiðan brúkaraskara í Føroyum, kann man siga, tí føroyski marknaðurin tykist vera domineraður av Apple, sigur hon.
Áleið 40 prosent eru tó android brúkarar, og í flestu førum við Samsung og Huawei telefonum. Verður hugt út í heim, eru tó fleiri android brúkarar enn iOS brúkarar um heimin.
- Tað kemst helst av, at tað hava verið trupulleikar við gjaldsappunum á android telefonum í Føroyum, av tí, at Føroyar ikki eru á landalistanum í GooglePlay. Hinvegin er einfalt at taka niður appur á búðini hjá Apple, sigur Eva Skeel Nolsøe.
Sambært henni verður tó arbeitt við at fáa loyst app-store trupulleikan, og allarhelst fer GooglePay tá eisini at koma til Føroya, soleiðis, at android brúkarar kunnu brúka gjaldtænastur á telefonini.