Ein trolari, sum bleiv burtur aftan á flóðalduna í Japan fyri meiri enn einum ári síðani, er funnin aftur í øllum góðum hinumegin Kyrrahavið, sigur CNN.
-Hann sær út til at vera í rímiliga góðum standi, hóast hann er rustaður nakað eftir eitt ár í sjónum, sigur Marc Proucix hjá sjóverjuni í kanadiska landspartinum British Columbia.
Tað var eitt kanadiskt hernaðarflogfar, sum kom fram á tann mannleysa skipið.
Flóðaldan, sum stóðst av einum sera hørðum jarðskjálvta tann 11. mars í fjør, var ógvuliga stór nógvastaðni. Eitt nú verður hildið, at hon var 14 metrar høg, tá hon skolaði inn ímóti kjarnorkuverkinum í Fukushima. Nógv skip endaðu uppi á turrum, og onnur róku til havs eins og trolarin, sum nú er funnin hinumegin Kyrrahavið.










