Hægstirættur í amerikanska statinum Illinois hevur gjørt av, at Rahm Emanuel hevur rætt til at stilla upp til borgarstjóravalið í býnum Chicago. Málið endaði í hægstarætti, sum ein býarrættur noktaði Rahm Emanuel at stilla upp.
Tann 51 ára gamli Rahm Emanuel var starvsfólkaleiðari hjá Barack Obama, men segði seg úr starvinum, tí hann ætlaði sær at royna at gerast borgarstjóri í Chicago, har hann búði.
Býarrætturin helt ikki, at Rahm Emanuel hevði búð nóg leingi í býnum, til at hann kundi stilla upp, men hægstirættur vísir á, at maðurin seldi ikki húsini í Chicago og hevði framveis adressu í heimbýnum, meðan hann arbeiddi í Hvítu Húsunum. Tí kann hann stilla upp, sigur rætturin.
Meiningakanningar benda á, at Rahm Emanuel hevur góðan møguleika at vinna borgarstjóravalið. Sambært teirri seinastu kanningini fær hann 44 prosent av atkvøðunum, meðan hansara kappingarneytar fáa ávikavist 21 og 16 prosent, skrivar AP.










