Ragnar vil vera meira í Føroyum

Eg havi hug at skifta starv, so eg kann verða meira saman við familjuni, sigur Ragnar Joensen, sum fer frá sum stjóri hjá Marine Harvest Norway

Eg havi hug at skifta starvs, so eg kann verða meira saman við familjuni, sigur Ragnar Joensen, sum fer frá sum stjóri hjá Marine Harvest Norway

 

Í næstum fer Ragnar Joensen frá sum stjóri hjá heimins størsta alisamtaki, Marine Harvest Norway – eitt starv, hann hevur røkt síðani 2011.

 

– Orsøkin er, at eg saman við konsernleiðsluni í Marine Harvest havi arbeitt við eini umskipan av norska felagnum, har vit eru samd um, at tað er meira hóskandi at tær stóru deildirnar í Noregi rapportera beinleiðis til konsernleiðsluna, og tí verður farið burtur frá at hava ein felagsstjóra fyri alt Noreg, sigur Ragnar Joensen.

 

Hann sigur, at við broytingini verður betri javnvág millum støddina á ymsu alifeløgunum í Marine Harvest.

 

– Eg havi fingið í boði at standa á odda fyri nøkrum av alifeløgunum hjá Marine Harvest, men nú henda broyting verður framd, havi eg betur hug at skifta til eitt starv, har eg kann verða meir í Føroyum saman við familjuni, nú eg í trý ár havi verið burtur heimanífrá yvir 250 samdøgur um árið, sigur Ragnar Joesen.

 

Hann skal framyvir hava ábyrgdina av menning og nýskapan av alitøkni hjá Marine Harvest kring allan heim.

 

– Eitt spennandi øki, har Marine Harvest veruliga ætlar at satsa komandi árini, sigur Ragnar Joensen.

 

Lesið eisini grein úr Sosialin: Ragnar stjóri í heimsins størsta alisamtaki