Aftaná tveir góðar sigrar á heimavølli á Laugardalsvøllinum er Ísland væl við í kappingini at vinna sær pláss í EM-endaspælinum komandi summar.
Leygardagin vann Ísland 1-0 á Albania, og í dag vunnu íslendingar ein rimmar 2-1 sigur á Turkalandi.
Ragnar Sigurðsson, ið spælari við russiska liðnum, Rostov gjørdist stóra hetjan hjá Íslandi. Hann legði Ísland á odda tá 20 minuttir vóru farnir og 10 minuttir seinni økti hann til 2-0.
Stutt undan steðginum minkaði Dorukhan Toköz um munin til 2-1. Íslendingar hildu tó málið reint og vunnu 2-1.
Í sama undanbólki vann Frakland 4-0 á Andorra á útivølli. Í Tirana vann Albania 2-0 á Moldova.
Komandi dystur hjá Íslandi verður á heimavølli móti Moldova 7. september. Tríggjar dagar seinni spælir Ísland á útivølli móti Albania.
Støðan í undanbólki H: