Chelsea legði mánakvøldið 440 milliónir krónur á borðið fyri Liverpool framherjan , Fernando Torres. Nógv hevur verið sagt um tað skiftið og nú blandar Rafael Benitez seg eisini í orðadráttin.
- Í fjør tosaðu vit um boð upp á góðar 620 milliónir krónur fyri Fernando Torres. Hann hevur ikki verið á sama støðið í ár, men hann er framvegis ein frálíkur spælari. Hann er seldur fyri nógvar pengar, men tað kundi verið enn meir, sigur Rafael Benitez við BBC.
Spaniólin er í løtuni arbeiðisleysur og sigst halda til í húsum sínum í Liverpool.
- At verða venjari hjá Liverpool er ein dreymur hjá mær. Kenny Dalglish ger eitt gott arbeiði, men eg haldi fram at fylgja væl við tá Liverpool spælur. Um tú spyrt meg um eg vil venja Liverpool aftur, so er svarið ja, sigur Rafael Benitez.
50-ára gamli Rafael Bentiez hevur hetta kappingarárið verið venjari hjá Inter, men var koyrdur eftir nakrar mánaðir.