Seinnapartin byrjar ein stevna um ræstan mat á granskarasetrinum INOVA. Ráðstevnan fevnir um tann føroyska køkin, ræsing og ræstar matvørur. Tð eru INOVA og Invest in the Faroes (uttanríkis- og vinnumálaráðið), ið skipa fyri ráðstevnuni.
Føroyski køkurin hevur fingið altjóða uppmerksemi orsaka av "Ný Norðurlendskur Matur"-trendinum. Ræsing er í miðdeplinum í heilsukjakinum., tí ræstar matvørur eru góðar til at stuðla upp undir probiotar, sum eru góðar bakteriur í sodningarlagnum.
Tí eru stórir gastronomiskir og heilsuligir møguleikar í at kanna og menna vørur og mannagongdir við siðbundnu matgerðini. Við "Ræst 2015” vilja iNOVA og Invest in the Faroes at uppmerksemi verður um ræsing sum heild.
Ein áhugaverd fyrilestraskrá er gjørd. Í dag fara søgufrøðingar, arkitektar og náttúruvísindafólk at greiða frá arbeiðinum hjá teimum í sambandi við ræsing. Gutti Winther fer at borðreiða við smárættum við røstum smakki. Fyrilestrar vera millum annað um ræsing í føroyska køkinum, um at marknaðarføra føroyska ræsta smakin uttanlands og um bakteriurnar í føroyska skerpikjøtinum.
Í morgin verða so workshops, tá kunnu fólk práta við tey, ið havi hildið fyrilestrarnar dagin fyri. Fólk kunnu fáa góð ráð og hjálp í sambandi við verkætlanir, ið tey ætla at fara undir. Millum annað kunnu fólk læra um, hvussu fólk fáa hjall sín góðkendan av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og at læra at vera smakkidómarar um ræstan mat.










