Hesa vikuna hevur NAFO hildið sín 35. ársfund í Halifax í Kanada. NAFO er stovnur, ið viðger fiskiskap í norðurvestur atlantshavi.
Undan ársfundinum løgdu fleiri limalond í NAFO og vísindaliga ráðgevingin upp til, at eingin rækjufiskiskapur skuldi vera komandi ár, tí stovnurin varð mettur at hava døpur útlit. Semjan gjørdist tó at enda, at rækjufiskiskapurin heldur fram, men heildarkvotan er skorin í helvt, soleiðis at hon nú er 4.300 tons. Føroyska kvotan er góð 10% av heildarkvotuni. Hinvegin er framvegis veiðubann eftir rækjum á Flemish Kap, har eingin veiða hevur verið seinastu trý árini.
Toskakvotan verður hildi á sama støði, sum hon hevur verið. Heildarkvotan er 14.521 tons, og føroyski parturin av hesum verður 3.246 tons, sum er á leið 100 tons hægri enn í fjør.
Føroyar eiga eisini 197 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski í NAFO øki í 2014.
Í føroysku sendinevndini vóru : Ulla Svarrer Wang, Fiskimálaráðið, og leiðari fyri sendinevndina; Hákun Jógvanson Djurhuus, sendimaður í Reykjavík; Meinhard Gaardlykke,Vørn/Fiskiveiðieftirlitið; Jóhan Joensen, Felagið Rækjuskip og Jógvan Martin F. Joensen, Føroya Reiðarafelag (P/f Thor).










