Leygarnáttina raktu óvanliga nógvar melduródnir seks statir har suðuri í USA: Arkansas, Illinois, Kentucky, Missouri, Tennessee og Indiana.
Serliga Kentucky hevur verið hart rakt, og roknað verður við, at minst 70 fólk hava latið lív í statinum. Myndugleikarnir stúra tó fyri, at talið fer at hækka, tá ið leitað hevur verið í øllum húsaleivdunum, og guvernørurin í Kentucky segði í gjár, at talið fór kanska at fara upp um hundrað.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, segði í gjár, at hetta er ein av ringastu ódnarveðrum við melduródnum nakrantíð.
– Hetta er ein sorgarleikur. Vit vita framvegis ikki, hvussu nógv fólk eru deyð, ella hvussu umfatandi skaðarnir eru, segði Joe Biden sambært AFP.
Forsetin hevur lovað hjálp til statirnar, sum eru raktir av ódnarveðrinum.











