Ráðstevna í Havn fær altjóða heiðursløn

Heiðurslønin verður handað nú í heyst

Magni Mohr, professari, og May-Britt Skoradal, adjunktur í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum

Stóra ráðstevnan, Football is Medicine, sum var í Føroyum í 2020, fær nú altjóða heiðurslønina, Talan er um Incredible Impact heiðurslønin frá felagsskapunum, BestCities Global Alliance og International Congress and Convention Association

 

Fróðskaparsetrið sigur, at tað vóru Magni Mohr, professari, og May-Britt Skoradal, adjunktur í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, sum skipaðu fyri ráðstevnuni og í tíðindaskrivi sigur Magni Mohr, at eitt úrslit er, at WHO, sum er altjóða heilsustovnurin undir ST, hevur gjørt av at brúka teirra hevur valt hesa granskingina í royndunum at røka alheims málunum fyri rørslu í 2030. Og hann heldur, at heiðurslønin er eitt ordans herðaklapp.

 

Í grundgevingunum fyri at heiðra ráðstevnun, verður sagt, at Føroyar, har 10 prosent av fólkinum eru skrásettir fótbóltsspælarar, er besta staðið av øllum at hava eina ráðstevnu sum lýsir teir nógvu fyrimunirnir við at spæla fótbólt. Tey siga, at skráin fyri ráðstevnuna var hugtakandi og vísti, hvussu fótbóltur kann brúkast til at ríka tilveruna hjá fólki allastaðni.

 

Virðislønin verður handað á heimsráðstevnuni hjá ICCA, sum verður í Krakow í Póllandi í novembur og tá fara Magni Mohr og May-Britt Skoradal at greiða frá, hvussu tey løgdu ráðstevnuna tilrættis, og hvørja ávirkan ráðstevnan hevur havt á heilsufremjan bæði her hjá okkum og altjóða. Við virðislønini eru eisini 7.500 dollarar, ella einar 56.000 krónur, og hendan peningagávan verður markað til meira gransking.

 

Football is Medicine, FIM er ein altjóða vísindaligur felagsskapur, sum Magni Mohr, professari á Setrinum, og Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet, standa fyri. Talan er um 250-300 granskarar runt um í heiminum, eisini í Føroyum, sum samstarva um FIM-samtakið.

 

Seinastu 20-árini eru umleið 300 greinar almannakunngjørdar í vísindaligum tíðarritum, sum veita sterka próvførslu fyri, at fótbóltsspæl, og onnur bóltspøl, eru sera munadygg, tá tað ræður um at fremja heilsuna hjá børnum, vaksnum og eldri, umframt er hesin venjingarháttur sum góður heilivágur fyri sjúklingar, sum eru raktir av stóru fólkasjúkunum.

 

Magni Mohr, professari, og May-Britt Skoradal, adjunktur í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum