Jan Müller
Í dag verður tann fjórða ráðstevnan um Atlantsmótið hildin í Aberdeen.
Á hesi ráðsevnu verða spurningar, sum hava samband við oljuleiting og olju- og gassframleiðslu í økinumvestan fyri Hetland, við Føroyar og sunnan fyri hesi øki, viðgjørdir.
Evnið á ráðstevnuni hesaferð er linsensir, kanningar og menning á øllum Atlantsmótinum, tað, sum verður nevnt ?Atlantic Margin?.
Millum fyrilestrarhaldararnar er eisini Árni Olafson, formaður í Oljuráðleggingarnevndini. Hann skal tosa um oljumenningina á føroyska landgrunninum.
Fyrireikarar av ráðstevnuni eru Robert Gordon University og SREA, sum er ein ráðgevarafyritøka í oljuvinnuni.
Í grundgeving síni fyri hesi ráðstevnuni vísa fyrireikararnir á spennandi og áhugaverda útviklingin á Atlantsmótinum bæði við Bretland og út fyri Kanada.
Víst verður eisini á fyrstu fundið á Vøringháslættanum út fyri Miðnoreg og somuleiðis vaksandi áhugan at leita eftir olju og gassi við Føroyar og Grønland. Hvørjar eru líkheitirnar og mundirnir báðumegin ?North Atlantic Rim? verður spurt. Ráðstevnan fer eisini at viðgera tær verkætlanir, sum um stutta tíð fara at geva olju.
Eisini verður hugt at Aurora-projektinum, ið er eitt samarbeiði millum Texaco, Conoco og Total um at kanna møguleikarnar fyri at fara undir gassframleiðslu vestan fyri Hetland og møguliga føra gassið gjøgnum rørleiðingar inn á meginlandið, har tað so verður umgjørt.
Milllum evnini á ráðstevnuni eru m.a. ?The North Atlantic Rim. Enska orðið Rim merkir rond ella trom. Tað er stjórin í Smith Read Energy Analyst, Leonard Rea, sum fer at tosa um heta.
Síðani fer Greg Lever stjóri í PetroCanada at tosa um Terra Nova, projektið, har kanaciumenn fyri fyrstu ferð fara at royna seg við flótandi framleiðsluskipum.
Ein jarðfrøðingur hjá oljufelagnum LASMO fer at gera eitt yvirlit yvir kanningarnar á Atlantsmótinum.
Eitt umboð fyri BP fer at tosað um oljufeltið Foinaven og umhvørvið.
Síðani fer ein av stjórunum í borifelagnum Reading & Bates at tosa um boring vestan fyri Hetland og at enda fer umboð fyri Conoco at tosa um Aurora-verkætlanina.
Seinasti fyrilestrarhaldarin verður Árni Olafsson.
Endamálið við slíkari ráðstevnu er at gera støðuna upp á Atlantsmótinum og í ár verður so serligur dentur lagdur á sambandið millum virksemi í Atlantsmótinum í Europa og í Norður-amerika.
Somuleiðis verður roynt at hyggja frameftir og umrøða, hvørjar ætlaninir eru fyri økið í framtíðini.