Pláss er ikki longur fyri diplomati við USA eftir álopini á Iran, og iranski herurin er klárur til eitt longri stríð.
Tað sigur Kamal Kharazi, uttanríkispolitiskur ráðgevi á skrivstovuni hjá ovasta leiðaranum í Iran, í samrøðu við CNN.
– Eg síggi ikki longur nakað rúm fyri diplomati, tí Donald Trump (amerikanski forsetin, red.) hevur svikið onnur og ikki hildið síni lyfti, segði Kharazi við tíðindamannin hjá CNN í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.
– Vit hava upplivað tað tvær ferðir undir samráðingum, har vit vóru mitt í samráðingunum, og samstundis lupu teir á okkum, legði hann afturat.
Iranski ráðgevin vísir til seinastu samráðingarnar, sum hava verið millum USA og Iran um iransku kjarnorkuætlanina.
Samráðingarnar vóru í gongd so seint sum í februar, til USA og Ísrael fóru undir eitt umfatandi álop á Iran tann 28. februar. Sambært Donald Trump varð hetta gjørt fyri at forða fyri, at Iran gjørdist eitt hernaðarligt kjarnorkuveldi.
Í fjør sótu tey bæði stórveldini eisini við samráðingarborðið. Ein møgulig kjarnorkuavtala datt tó niðurfyri, eftir at Ísrael og USA bumbaðu Iran í juni yvir 12 dagar.
Fleiri enn 5.000 mál eru rakt í Iran seinastu tíggju dagarnar, upplýsir miðleiðslan hjá amerikanska herinum, Centcom. Fleiri enn 50 iransk sjóverjuskip hava fingið skaða ella oyðiløgd.
Ovasti iranski embætismaðurin avsannar tó, at herurin í Iran er viknaður eftir seinastu álopini.
– Hetta er ein av teimum følsku frásagnunum, sum amerikanska stjórnin framleiðir. Iranski herurin er rættiliga sterkur, sum tit síggja, tí teir hava motivatiónina, og teir hava tey vápn, sum teimum tørvar, sum eru framleidd í Iran.
– Í roynd og veru eru vit ikki bundin at øðrum londum viið vápnum og hernaðarútgerð, sigur Kamal Kharazi við CNN.
Ráðgevin kallar álopini á Iran fyri eina "eksistentiella hóttan" móti tjóðini.
Spurdur beinleiðis um Iran onkuntíð í framtíðini fer at kunna tosa við amerikanarar aftur, svaraði Kharazi:
– Tað haldi eg ikki. Um ikki trygd er fyri, at amerikanarar og ísraelar ikki tora at leypa á Iran aftur.
/Ritzau/










