Kanningarfólk í amerikanska statinum New Mexico fóru í gjár undir leiting á eini ranch, sum einaferð hoyrdi til kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Hetta upplýsa myndugleikarnir í statinum, sambært tíðindastovuni Reuters.
Epstein og fleiri av hansara kenningum eru ákærdir fyri kynsligan ágang móti kvinnum og gentum á ognini.
New Mexico undir leiðslu av demokratum virkar út frá nýggjum upplýsingum úr skjølum, sum amerikanska løgmálaráðið gav út í januar.
Hetta fevnir millum annað um eina ákæru um, at Epstein skipaði fyri, at líkini av tveimum gentum vórðu grivin í fjøllunum nærhendis fjarskotnu ognini.
Leitingin kemur eftir, at løgmálaráðharrin í New Mexico, Raul Torrez, í farna mánaði avgjørdi at lata kanningina av Epstein uppaftur.
Talan er um eina kanning av mistonktu brotsverkunum hjá kynsbrotsmanninum, sum skulu vera framd á ranch’ini, sum liggur umleið 58 kilometrar sunnan fyri Santa Fe, høvuðsstaðin í New Mexico.
– Løgmálaráðið í New Mexico fer framhaldandi at kunna almenningin, sum hóskandi er, stuðla teimum, sum yvirlivdu, og fylgja við faktunum, hvar tey so føra, sigur løgmálaráðið í eini fráboðan.
Vitni á staðnum siga við Reuters, at hundar hoyrdust goyggja á ognini mánadagin. Samstundis sást eitt akfar, sum hoyrdi til myndugleikarnar, á staðnum.
Sambært vitnum hevði akfarið eitt labbamerki á síðuni, sum sambært Reuters kundi merkja, at tað flutti eitt ella fleiri djór burtur frá ognini. Eisini sóust akfør hjá statsløgregluni og sløkkiliðnum.
Tað er tó ikki greitt, júst hvat leitingin hevði við sær.
Ognin varð seld í 2023 til handilsmannin Don Hoffines úr Texas. Hann hevur umdoypt tað San Rafael Ranch.
Nýggi eigarin samstarvar við kanningarfólk og hevur givið loyvi til leitingina, upplýsir deildin.
New Mexico steðgaði sína fyrru kanning av Epstein í 2019 eftir áheitan frá samveldismyndugleikunum.
Tað hevur ongantíð verið full kanning av meintu misnýtslunum á ranch’ini, sum eftir øllum at døma vóru framdar av Epstein, maka hansara Ghislaine Maxwell og fólki, sum vitjaðu tey á ognini.
/Ritzau/










