Læs í Dimmu greinina ”Eitt neyðaróp um at fáa viðgerð”
Hvussu nógv kenna ikki søguna aftur? Børn við serligum tørvi hava ongan kjans í Føroyum. Her verður sagt frá einum dreingi (sum nú er vaksin), og sum allarhelst hevur ADHD/DAMP. Hann hevur altíð verið óróligur og strævin, stendur tað. Ein kann ganga út frá, at hann eisini hevur fingið at vita tað óteljandi ferðir, at hann er strævin og ongantíð ger sum hann skal. Fær man tað at vita alla tíðina, so er ikki ringt at ímynda sær, hvussu tað fer við sjálvsálitinum og -virðinum. Í vaksna lívinum førir henda lítla sjálvsvírðing í nógvum førum eisini til misnýtslu av rúsandi evnum, tí tað er einasti vegur úr vónloysinum - og dulmar kensluna eina løtu.
Tað sum gongur út yvir mítt 'forstand' er, at einki enn verður gjørt í Føroyum, fyri børn við serligum tørvi. Tað verði seg orðblind (sum eg havi skrivað um fyrr) ADHD ella hvat tað nú er. Børn við ADHD - Attention Deficit Hyperactivity Disorder hava ikki bindindi til vanliga skúlagongd, sum er at sita inni í eini vanligari skúlastovu. Tey mugu hava ”pausir” innímillum. Tey eru sjálvi gott greið yvir at tey eru strævin, tey hava tað eisini strævið sjálvi, tí alt koyrit í 80 km ferð inni í høvdinum á teimum. Tey hava ikki brúk fyri alla tíðina at hoyra, hvussu strævin tey eru. Tey klára ikki ein vanligan skúladag og tí eksploderar ofta uppi í høvdinum á teimun og so blíva tey enn meira strævin og gera ónáðir. Tað er ógvuliga umráðand, at alt er ”forútsigiligt” hjá hesum børnum. Men struktururin má ikki blíva so ógvusligur, at tað nervar barnið. Nógv koyra so hart á hesi børn, við 'planum' og tíðum og tað er heldur ikki gott fyri barnið, sum ofta umframt vanliga trupulleikan eisini blívur 'nervøst' og forvirrað, við atliti til ætlanir við barninum.. Man má finna ein struktur sum barnið megnar. Alt annað blívur øgiliga skjótt 'forvirrisligt' í einum ADHD høvdi.
Loysnin hjá hesum 37 ára gamla manni, kann ikki bara verða ein vard íbúð. Tað má takast hond um hann av serkønum innan hansara trupulleika, og tað er tað minsta, man kann krevja. Tí í míni verð eru hann og fleiri við honum svikin av almenna "systeminum". Eg haldi, at tað er uppá tíðina at politikkararnir síggja trupuleikan í eyguni, og gera nakað fyri henda samfelagsbólk, sum var nógv umtalaður áðrenn løgtingsvalið, men sum nú aftaná valið aftur dettur niðurímillum. Sjálvsagt er tað lættari at fyrihalda seg til sendistovu í Moskva og sendistovu í New York og onnur stórpolitisk mál, men vælsignaðu menn og kvinnur -
brótið upp ermar og gerið tað liviligt í Føroyum fyri okkum øll - so vit øll fáa eitt virðiligt lívsinnihald.
Við vón um at eitthvørt munagott hendir