Í ár verður stór broyting hjá teimum sum ferðast til Mykinesar

Ferðafólk skulu rinda tríggjar ymsar prísir, alt eftir hvaðani tey eru

Nú verður ein nýggj skipan sett í verk, har prísurin á ferðaseðlum við ferðafólkabátinum til Mykinesar, verður ymiskur, alt eftir, hvar ferðafólkið býr.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera fyri at skipa ferðavinnuna í Mykinesi betri.

Jørgen Niclasen ásannar at ferðavinnan í Mykinesi er fleirfaldað og hann ásannar samstundis, at hon má skipast betri.

Nógv tey flestu, sum ferðast á Mykinesleiðini, eru útlendsk ferðafólk og ferðasmiðir keypa so nógvar ferðaseðlar við ferðafólkabátinum, at tað kemur ofta fyri at føroyingar ikki sleppa við, tí skipið er fult sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at ið privatir túrar verða sigldir, er ferðaseðilin dýrari, og Strandferðslan hevur gjørt av at hækka prísin úr 60 krónum upp í 100 krónur.

Men í ár fáa fastbúgvandi í Føroyum prísmunin endurgoldnan og tað vil siga, at tað framvegis fer at kosta 60 krónur hjá føroyingum at ferðast til Mykinesar.

Samstundis leggur hann afturat, at tey, sum eru fastbúgvandi í Mykinesi, gjalda 20 krónur fyri hvønn túrin, og sostatt verða tríggir ymsir ferðaseðlaprísir fyri at ferðast til Mykinesar.

Jørgen Niclasen sigur, at Strandferðslan fer at kunna um, hvussu skipanin við at endurrinda prísmunin fyri ferðaseðilin, fer at rigga, soleiðis, at tey, sum eru fastbúgvandi í Føroyum, fáa tær 40 krónurnar aftur, samstundis sum at útlendingar rinda 100 krónur.

Tann kunningin kemur, áðrenn siglingin til Mykinesar verður tikin upp, men í fyrsta umfari verður neyðugt hjá føroyingum at fáa eina kvittan fyri ferðaseðilin, og so verður prísmunurin endurgoldin eftir kvittanini.

Annars arbeiðir Strandferðslan við einum uppskoti um at endurskoða prísbygnaðin hjá Strandfaraskipum Landsins. Endamálið við tí er, at útlendingar skulu rinda meiri fyri ferðaseðilin enn føroyingar gera.

Tað merkir, at ferðaseðlaprísirnir hjá útlendskum ferðafólki skulu størri mun vera á handilsligum grundarlagi, og har fastbúgvandi í Føroyum kunnu fáa avsláttur, sigur landsstýrismaðurin.

– Strandferðslan er í ferð við at gera eina bíleggingarskipan, har tað ber til at skyna ímillum ymiskar bólkar av viðskiftafólki, sigur Jørgen Niclasen.