Reykjavík:Tað er skilligt, at fólk kenna hvørt annað, sum komin eru á ferðavinnustevnuna VestNorden Travel Mart. Somu andlitini ganga aftur, og tað kann hava sínar fyrimunir, tá avtalur skulu gerast.
VestNorden Travel Mart ferðavinnustevnan varð sett við einum hátíðarhaldi í Reykjavík mánakvøldið. Hjástaddir vóru millum aðrar íslendski ferðslumálaráðharrin, Sturla Bøðvarsson, og borgarstjórin í Reykjavík, Tórólfur Árnason.
Tað var formaðurin í nevndini fyri VestNorden Travel Mart, tað, sum nevnt verður VestNorden Travel Board, Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sum setti stevnuna.
Hann beyð gestunum úr gomlum VestNorden londunum at vera vælkomnar á stevnuna, og fegnast seliga um at kunna bjóða bjóða gestum úr Hetlandi við á stevnu í Reykjavík.
Annar røðari við setanina var borgarstjórin í Reykjavík, Tólólfur Árnason, sum beyð gestunum at vera vælkomnum til Reykjavíkar.
Sum vera man eru umframt norðurlendsku ferðavinnufólkini eisini fremmandi luttakarar á stevnuni. Serliga europearar. Men eisini so langt burturi sum úr Australia plaga keyparar at koma, umframt nakrar amerikanarar, sum plaga at vitja stevnuna.
Íslendingar eiga enn sum áður góðar sangkreftir. Tað vístu teir eisini á hátíðarhaldinum í Reykjavík mánakvøldið. Musikskúlarnir munnu hava rímiliga góðar umstøður, um gingið verður út frá, at tey fólkini, sum sýndu síni kynstur á palli, eru skúlað í Íslandi. Har vóru bæði jazztónleikarar og sangarar. Pianistar og trompetblásarar, og eitt heilt orkestur av smágentum millum átta og tólv ára aldur, sum spældu violin.
Men størsta fagnaðin fingu uttan samanbering teir báðir operasangarnir Davið Ólafsson, bass, og Stefán Helgi Stefánson, tenor, sum saman nevndu seg »Syngjandi fjarritið«.
Okkurt verður boðið til góman við slík høvi, og tá gevast góðir møguleikar at hitta fólk, sum tú aftur seinni á sjálvari messuni kanst koma á tal við, og møguliga fáa gjørt eina góða avtalu við.